Føroyar skulu hava ein sess við borðið

Tjóðveldi 17-03-2026, 12:04 independence, politics

Heimurin er samansettur av sjálvstøðugum londum - statum. Tað eru statir, sum hava ein sess við borðið har avgerðirnar verða tiknar. Fáa vit ikki ein sess við borðið, fara avgerðir framhaldandi at vera tiknar uttan um okkum á fleiri økjum.

Kanska lýst sum, at tað bara eru tey, sum hava ein sess við borðið, sum fáa eitt bita av køkuni. Ongan sess, onga køku!

Ella sum orðatakið sigur "If you don’t have a seat at the table, you are probably on the menu”

Eg havi mangan í politiska lívinum upplivað kensluna av at vera sett uttanfyri og kensluna av, at vit skulu umboðast antin gjøgnum onnur ella hava fólk við okkum á fundir. Soleiðis ráða vit ikki í egnum landi, lívi og egnum viðurskiftum. Hetta gerst serliga sjónligt í støðum, har okkara Merkið ikki sleppur at veittra frítt millum heimsins fløgg.

Hví er neyðugt at gerast eitt sjálvstøðugt land, kann onkur kanska spyrja?

Orsøkirnar eru so mangar. Vit hava gjøgnum árini yvirtikið eina røð av málsøkjum og samstundis minkað blokkin. Tað er trupult at gera fleiri yvirtøkur, tí tær flestu, sum eru eftir, eru knýttar at suverenitetinum.

Tað gerst alsamt truplari at agera sum hjáland. Stórveldini ræða og spjaða. Vanligar reglur eru settar til viks, og tosað verður púra opið um at taka onnur lond. Tí man sær eitt virði í teimum fyri seg sjálv og neyvan fyri tey, sum búgva í landinum. Slík stórmál viðgera statir, tí statir verja hvørjar aðrar og tosa so at siga bert við statir. Hjálondini kunnu vera tikin við upp á ráð og hoyrd, men veruliga samráðingin fer fram gjøgnum statin. Tí er tað ein verja í sjálvum sær at vera sjálvstøðugt land. Og sjálvsagt altíð í samstarvi við onnur lond.

Samstarv er ein treyt í heiminum. Tað snýr seg ikki um at vera sjálvstøðugt land og síðan lata seg aftur um seg sjálv, men um at lata upp fyri samstarvi við heimin. Sum nú er gongur okkara samstarv einans gjøgnum eina kanal í Danmark.

Vit hava ríkar møguleikar og stórt tilfeingi bæði frá náttúrunnar hond og so tað menniskjaliga.

Arbeiðsvirknið er stórt og hugflogið enn størri. Sum ein lutfalsliga lítil marknaður hava vit tørv á góðum handilsavtalum. Eisini har er stórur partur av forðanini, at vit ikki eru sjálvstøðugt land. Vit hava t.d. roynt at fáa limaskap í EFTA, men tað hevur ikki eydnast. Vit síggja eisini, hvussu nógv ár og hvussu stórt arbeiði vit skuldu leggja í bara at fáa loyvi at søkja limaskapin í WTO. Nakað, sum átti at verið so sjálvsagt.

Vit brúka nógva tíð og orku upp á forðingar, tí vit eru í ríkisrættarligum bondum. Eg hugsi onkuntíð um tað sum tíðina áðrenn fríhandilin í Føroyum. Nær fóru Føroyar at blóma? Tá ið einahandilin bleiv avtikin og vinnan kundi virka frítt. Okkara vinnulív í dag hevur eisini tørv á at virka frítt, og tørvurin á góðum handilssambondum og avtalum er avgerandi.

Tjóðarfrælsi fremur vinnufrælsi.

Vit hava nú ein søguligan møguleika at taka framtíðina í egnar hendur og gerast eitt sjálvstøðugt land. Tí fara vit til val uppá at gjøgnumføra tjóðarsemjuna.

Fyri teg, meg og Føroyar

Sirið Stenberg

Tjóðveldi

https://www.tjodveldi.fo/greinar/foroyar-skulu-hava-ein-sess-vid-bordid

Related News

De N-VA is bijzonder opgetogen dat er eindelijk toegangspoortjes zouden komen in onze stations. Er komt een proefproject in vijf stations, al is NMBS nog aan het onderzoeken onder welke voorwaarden dat kan. “Dit zou een belangrijke stap betekenen in de strijd tegen zwartrijden en een duidelijke verbetering voor de veiligheid van zowel reizigers als spoorwegpersoneel. Onze partij pleit hier al jaren voor. Het is goed dat deze maatregel nu eindelijk werkelijkheid zou worden”, zegt Kamerlid Dorien Cuylaerts.

read more..

De Kamer van Volksvertegenwoordigers heeft gisterenavond een motie van het Vlaams Belang over de ombudsman van Brussels Airport verworpen.“Die constructieve motie was er nochtansom het vertrouwen in de ombudsdienst te herstellen”, stelt Kamerlid Britt Huybrechts.“Onze partij pleit al langer voor een grondige hervorming van deze dienst, met meer transparantie, duidelijke regels en echte garanties op onafhankelijkheid.”

read more..

Dos-cents catedràtics de 101 universitats i 24 països diferents han dirigit sengles cartes als presidents espanyol i català per exigir-los una actuació immediata en favor de la llibertat del raper català Pablo Hasél, nom artístic del ciutadà lleidatà Pablo Rivadulla Duró. La iniciativa ha estat protagonitzada pels catedràtics emèrits Dominic Keown i Henry Ettinghausen —de les universitats de Cambridge i Southampton— amb el suport de les organitzacions Assemblea Nacional Catalana, el Pen Club Català, i la Comissió de la Dignitat.

read more..

La diputada, Anna Navarro, ha presentat una proposta integral basada en cinc eixos perquè el país lideri la seva digitalització “amb ambició, responsabilitat i visió d’Estat”

read more..

El Centre Internacional Escarré per les Minories Ètniques i les Nacions (CIEMEN) condemna de manera clara i inequívoca l’agressió militar iniciada pels Estats Units d’Amèrica contra la República Bolivariana de Veneçuela. Aquest atac constitueix una violació flagrant de la Carta de les Nacions Unides, del principi de no-ús de la força en les relacions internacionals i del dret dels pobles a determinar lliurement el seu futur polític, econòmic i social sense ingerències externes. Cap desacord polític, cap conflicte institucional ni cap disputa diplomàtica pot justificar el recurs unilateral a la força armada contra un Estat sobirà.

read more..

Nu de legerleiding zelf openlijk spreekt over een verplichte dienst als “plan B” om het nijpende personeelstekort op te vangen, krijgt het Vlaams Belang gelijk na jaren waarschuwingen. De partij pleit al geruime tijd voor de invoering van een verplichte gemeenschapsdienst voor alle schoolverlaters, met een duidelijke nadruk op dienst bij de krijgsmacht. “Wat Defensie vandaag voorzichtig suggereert, ligt bij ons al jaren op tafel”, zegt Vlaams Belang-Kamerlid Annick Ponthier wiens voorstel deze woensdag wordt besproken in de commissie Defensie.

read more..

Hier, nous avons célébré l’anniversaire de la fondation de l’Union Valdôtaine.

read more..

Vergés: “Avui Catalunya paga el preu d’un mal pacte d’investidura”

read more..

Néstor Rego destaca a influencia do BNG para levar a cabo políticas transformadoras e en beneficio das maiorías sociais, así como o impulso da Axenda Galega

“Se cun único deputado e unha senadora fomos quen de conseguir todo isto, que non seríamos capaces de lograr con máis representación” engade Mosquera

Geno Carballeira subliña o traballo desenvolvido polo BNG para dar resposta ás necesidades reais da veciñanza de Narón: “conseguiu frear as corruptelas da SAREB”


read more..
Calendar
«October 2026»
MonTueWedThuFriSatSun
 1234
567891011
12131415161718
19202122232425
262728293031