Tjóðveldi - Sapienti sat

Røða 1. mai í Vestmanna
Skrivað hevur

Bjørg Brynhildardóttir Egholm

“Takk fyri høvið at sleppa at røða, nú arbeiðaradagur aftur er. Í dag hátíðarhalda vit verkafólk og vísa samhaldsfesti við arbeiðarar.

Tá eg í fjør helt 1. maidagsrøðu í Vágsbotni í Havn, brúkti eg høvi til at kritisera politisku skipanina hjá okkum. Nú er vent í holini. Nú eri eg partur av somu politisku skipan. Tað gevur mær áræði, men er eisini óhugnaligt nú at standa hinumegin borðið. Eg kann nú stríðast fyri tí politikki, sum eg haldi manglar í Føroyum. Men samstundis er tað longu blivið krystallklárt fyri mær, at stórur vandi er at søkka niður í ókonstruktiva kvikksandin, sum gerar í gamla politiska maskinrúminum.

Garvaðir politikkarar eru skjótir til at skjóta progressiv hugskot niður við at siga: hatta nyttar einki, hatta hava vit roynt. Men tað ger meg firtna, og tá vit hava so grundleggjandi skeivleikar í samfelagnum, so veit eg, at eg aldrin skal geva upp.

Skeivleikin, eg tosi um, er tann ørandi stóri kapitalurin, sum er savnaður í nøkrum fáum lummum. Eitt risa umskifti av ríkidømi er farið fram frá teimum minni múgvandi til tey, sum hava mest. Vit sóu um dagarnar greining hjá búskaparfrøðinginum Hermanni Oskarssyni, at LØNARparturin av allari stóru virðisøkingini í Føroyum er minkaður úr 74 niður í 53%. SO nógv minni fingu løntakarar burturúr Føroya framgongd, og SO nógv størri var profitturin hjá kapitaleigarunum. Einfalt sagt verða inntøkur og ríkidømi altso flutt frá teimum, sum liva av at selja sína arbeiðskraft, til tey, sum eiga fyritøkurnar.

Eg eri tilvitað um, at allir politiskir flokkar, summir nógv meira og aðrir minni, eru samsekir í hesum ráninum frá vanliga føroyinginum. Og eg veit eisini, at nógv – eisini vælmeinandi fólk í politisku skipanini – hava uppgivið. Men vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi. Tí insisteri eg uppá at tala ímóti hesum, hóast eg væl veit, at eg standi í mótbrekku.

Lat meg nevna eitt annað talandi dømi um, hvussu lítla úrvalsliðið verður pakkað inn í vatt og undiroyst í gávum frá skattgjaldaranum: Nøkur fá feløg í uppsjóvarvinnuni og alivinnuni hava milliardir í yvirskoti, har størra helvtin ikki stavar frá dugnasemi. Ivaleyst eru dugnalig fólk í hesum vinnum, men at tey skulu vera 4, 5, 6 ferðir dugnaligari enn aðrar føroyskar fyritøkur so sum Articon, J&K Petersen og Føroya Bjór er sjálvandi tvætl.

Vit vita øll eftirhondini, hvat íð skapar

hendan risa profittin: tað er tilfeingisrentan, sum er ogn Føroya fólks, men sum vit í politisku skipanini enn ikki hava megnað ella viljað fingið til høldar. Tað gongur út yvir mín forstand, at nakað so nattúrligt amboð í marknaðarbúskapinum sum uppboðssøla, skal vera blivin tabu. Tað er roks og má fáast á breddan aftur. Tí uppboðssølan vil fáa fram ljós, hvussu stórt virðið er á tí, sum vit í dag fyri lítið og lætt forera reiðarum og alarum.

Ein pinkulítil uppboðsøla varð roynd; sum væntað kom nógv inn í landskassan, tí hendan fólksins ogn er jú nógv verd. Men beinanvegin hoyrdist grátur og tannagrísl. Hetta marknaðarpolitiska amboðið, sum átti at tendra kappingarsinnaðar kapitalistar, varð vent á ranguna. Nei, nú var tað sum at kongaligi einahandilin var endurreistur, og vildi koyra vinnuna á heysin, stjala allar pengarnar frá reiðarunum, og at hetta vóru ónytturnar í Kontórshavn, sum vildi ræna frá teimum sum framleiða til tey, sum bara oyðsla.

Men eitt mugu vit rósa teimum fyri, hóast tað er syndarligt at viðurkenna ein dag sum í dag. At tað hevur eydnast teimum at seta líkheitstekn millum tey stóru reiðaríini, ið sita tungt á fiski- og veiðiloyvum, og so fiskimannin. Tí rúsandi tilfeingisrentan, sum fløvar báðar partar, fær markið millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar í uppsjóvarvinnuni at hvørva.

Vit síggja somu margháttligu gongd í alivinnuni, har tímalønt verkafólk í landsins ríkastu alifyritøku kunnu fáa partabræv í jólagávu, um tey lova at møta til arbeiðis næstu 12 mánaðirnar. Við tí tunga profittinum á botnlinjuni, sum í stóran mun stavar frá elalítlum gjaldi fyri allar landsins firðir, er eitt partabræv ein genial og bílig jólagáva, um man fær tey tímaløntu við samlibandið at hugsa júst sum

kapitaleigararnir.

So tað er mótbrekka bæði hjá okkum í politisku skipanini, men eisini í fakfelagsrørsluni. Tí pengar er eitt rúsandi eitur, ella sum fólkasangarin C.V. Jørgensen kallaði tað: Pengar eru eitt sataniskt meistaraverk!

Manningin á uppsjóvarskipum tjenar næstan 7 ferðir arbeiðaralønina. Er tað tí, at manningin skapar 7 ferðir meira virði við sínum hondum enn arbeiðarin?

Stýrimenn tjena 14 ferðir arbeiðaralønina, og skiparar 21 ferðir. Er tað tí, at teir skapa 14 og 21 ferðir meira virði við sínum egnu hondum enn arbeiðarin?

Avleiðingarnar av hesi absurdu støðu, har okkara høvuðsvinnur liggja doyvdar í kuvøsu, eru eyðsýndar. Minni verður til felagsskapin, til skúlar, heilsu- og almannaverk og eisini til lønir til vanliga fólkið, sum hvønn dag fer til arbeiðis fyri at svara hvørjum sítt.

Hjartaknúsandi er tað, at arbeiðarin verður sannførdur um at verja hesa skipanina, skal hann hava nakran kjans.

Mín boðskapur er IKKI at stjala nakað frá nøkrum. Mín boðskapur er, at rætti eigarin skal krevja sín rættvísa part av virðinum. Tað snýr seg um at býta tey virði, sum longu eru okkara felagsvirði soleiðis, at tað verður liviligari fyri okkum øll her í Føroyum. Og hjáveiðan verður harafturat, at vit fáa eitt sunnari vinnilív við góðari kapping og harvið meira nýhugsan og nýskapan til at byggja hetta landið.

Vit í politisku skipanini skulu ikki tæna seráhugamálum. Okkara uppgáva er at gera tað, sum er best fyri alt Føroya fólk. Vit mugu steðga gongdini fram móti fámannaveldinum, og løgtingið SKAL taka valdið aftur frá seráhugamálunum.

Góðan arbeiðaradag øll somul.”

https://www.tjodveldi.fo/greinar/roda-1-mai-i-vestmanna

Flaggdagsrøða í Runavík 25. apríl 2026
Skrivað hevur

Eirikur í Jákupstovu

Góðu øll somul

Tað kennist heilt langtsíðan, at telefonin ringdi, og eg varð spurdur at røða til flaggdagshald í Runavík. Eg takkaði ja beinanvegin at fáa henda heiður at røða í umhvørvinum, har omma mín í móðurætt varð fødd og vaks upp – og mamma og øll systkini hjá henni ofta vitjaðu.

Omma mín, Edith í Jákupsstovu, var jú, sum nógv av tykkum kanska vita, fødd í Lamba við eftirnavninum Lamhauge, og tá vita enn fleiri tykkara, at skyldfólkini hjá mær her á leiðini eru heilt nógv.

Tað var eisini eitt afturat, sum gjørdi tað enn lættari at takka ja til at røða.

Og tað kann ikki sigast elegant.

Tí har var eisini ein lítil tanki um, at valár er gott at siga ja til allar pallar, sum mann kann fáa. Og møguliga kundi ein góð flaggrøða nerta onkran tjóðskaparligan hjartastrong, sum kanska kundi blíva til eina atkvøðu, tá valið eina ferð skuldi koma.

Valið kom skjótari enn eg væntaði. Og kanska eisini skjótari enn fyriskipararnir her væntaðu. Tí tað var nokk meiningin, at supermálaráðharrin við øllum vinnumálum – fiski, aling, landbúnaði, ferðavinnu, skipasmiðjuvirksemi, olju, bygging, ráðgeving og øllum hinum – skuldi røða. Men í staðin bleiv tað tann síðsti beinleiðis valdi á Løgtingi yvirhøvur, sum enntá kom inn nakrar dagar eftir hini – og situr í andstøðu.

Tað er eitt sindur av einari kontrast.

Men nú tað kann vera leingi til val, so vil eg fegin hjartaliga takka teimum báðum, sum tryggjaðu, at eg fekk dupult so nógvar atkvøður á valstaðnum í Runavík sum á valstaðnum í Hattarvík.

Tað er veruliga soleiðis, at hvør atkvøða telur.

Um vit skulu koma til sakina. Flaggið og flaggdagin. So er talan um ein hátíðardag, har vit fagna okkara mest upplyfta og sjónliga tjóðskaparliga symboli. Í grundini er tað størsti árligi tjóðskapardagurin til vit vónandi eina ferð fáa ein veruligan tjóðardag.

Sjálvt um vit ikki eru komin hartil enn, so er serstakliga gott, at vit hava Merkið, tí vit hava nærum hvønn dag okkurt, sum er vert at flagga fyri.

Tá eg hyggi aftur á seinasta árið, so var tað til dømis heilt serstakt fyri okkum sum tjóð, tá hondbóltskvinnurnar fóru til endaspæl í heimsmeistarakappingini í hondbólti.

Tað var í Trier í Týsklandi. Ein býur, sum varð bygdur av rómverjum og enntá hevur sítt egna amfiteatur. Har runnu føroysku gladiatrikirnar, Jana Mittún, Pernille Brandenburg, Bjarta Johansen og so framvegis, inn á vøllin.

Í SWT Arena hingu fløggini á rað. Brasil, Kina, Danmark, Týskland... Og so eitt sindur longur yviri Spania, Føroyar og Frakland. Tað var ótrúliga stórt at síggja.

Tað var sum ynskið í sanginum: “Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt.”

Eg havi ikki hitt nakran, sum ikki upplivdi tað sum eina serliga løtu, tá Rakul, Lív, Súna og hinar koppaðu Spania og spældu seg víðari úr bólkinum til miðumfarið til HM.

Tað var óveruligt. Eitt samfelag á 55.000 menniskju (við kvinnuundirskoti) megnaði at koppa Spania við teirra 50 milliónum fólkum.

Løtur sum hasa vænti eg ikki, at tað eru nógv, sum halda, at tað er skeivt, at vit umboða okkum sjálvi, í staðin fyri enn vera partur av og stuðla einum øðrum landi.

Nakrar vikur seinni áttu hondbóltsmenninir tørn til Evropameistarakapping í Oslo. Maður og kvinna fóru av húsi kring alt Føroya land. Eini 6-7.000 fólk var metingin, og milliónir vórðu brúktar í norska høvuðsstaðnum av føroyingum, sum vildu við Eliasi, Óla og hinum eystureftir á umvenda víkingaferð. Eisini hjá teimum gekk væl.

Men enn sleppa hvørki Jana ella Elias til Olympisku leikirnar við sínum liðum, sjálvt um tað væl kundi hent seg, at tey eru nóg góð. Har veittrar onki Merki.

Eg skilji væl, at fólk onkuntíð tosa um, at vit mugu vera varin og ikki skulu “blaka allan tryggleika fyri borð fyri at flagga eitt sindur onkustaðni,” sum tað onkuntíð verður sagt.

Men søgan sigur okkum bara nakað annað. Søgan sigur, at vit aftaná eru glað fyri tað, tá vit hava tikið ábyrgd og hava fingið okkara egna.

Eitt dømi er flaggstríðið, sum tónleikabólkurin 200 kókaði niður í hetta, sum sjálvandi er eitt sindur merkt av, at teir eru punkarar:

"Tað var heldur ikki í lagi við teimum donsku myndugleikunum, at vit fingu okkara egna flagg. Ikki fyrr enn Danmark varð hersett av týskarum og vit av bretunum fingu føroysk skip forboð at sigla undir Dannebrog

Stríðið um Merkið

Føroyska flaggið, sum leingi hevði møtt mótstøðu frá dønum og teirra gimpum í Føroyum skuldi nú verða vundið á stong á øllum føroyskum skipum.

Vóru sambandsmenninir fyri? Guð vóru teir ei!

Teir vildu heldur hava okkum at brúka okkurt fyribils flagg. Soleiðis at aftan á kríggið kundi Dannebrog aftur veittra í húnar hátt í Føroyum.

Kennir tú nakran føroying í dag, sum ikki er góður við Merkið?

Teir kunnu teljast á einari hond.”

Soleiðis søgdu teir í 200 í sanginum “Um 50 ár...”, og eg eri sjálvur sannførdur um, at ongin er í dag, sum ikki er góður við Merkið.

Og tað er heldur ongin, sum ikki er góður við okkara ítróttarfólk, sum stríðast undir Merkinum.

Tað er gongdin, sum vit hava sæð øll hesi árini. Endamálið er ikki at strika nakað danskt, sum nógv royna at føra fram. Men hvørja ferð, at vit hava valt nakað føroyskt, so hevur tað borið til. Og í allar flestu førum hevur tað borið so væl til, at eftir nøkur fá ár vil ongin bakka aftur.

Eitt nokk so banalt dømi er føroyska veðurtænastan, sum spakuliga var sett á stovn eftir yvirtøkuna av málsøkinum í 2009. Fyrstu árini var tað mest ein heimasíða, sum vísti til nakrar danskar upplýsingar, og tað vóru summi, sum hildu, at tað var ein skilaleys yvirtøka.

Men hyggja vit at veðurtænastuni í dag, eftir at fleiri landsstýri hava bygt uppá hana. Bæði sambandslig og tjóðskaparlig. So hava vit í dag eina nógv betri veðurtænastu enn vit nakrantíð høvdu ímyndað okkum bar til. Vit eru enntá næstan upp á fornavn við flestu starvsfólkini har, sum vit dagliga hoyra í útvarpinum og síggja í sjónvarpinum.

Hyggja vit so eftir tí, sum hevur ein størri búskaparligan týdning, so eru Føroyar bara ein týdningarmikil fiskivinnutjóð, tí vit valdu at hava okkara egna sjóumveldi og fiskimørk, og tí vit valdu at gera okkara egnu avtalur við onnur lond.

Vit kunnu siga tað sama um Føroyar sum ferðavinnuland. Tað er stórbæra náttúran, sum í stóran mun selur Føroyar, men um søluvøran var “kom til Danmarkar, men langt vekk”, so ivist eg, um fólk høvdu hildið tað vera líka áhugavert.

Eg og nógv onnur eru sannførd um, at tíðin er komin til, at vit taka størri ábyrgd av okkara landi. At vit fáa enn meira at flagga fyri.

Tað er avgerandi fyri víðari menning av okkara samfelagið, at vit fáa fleiri uttanríkispolitiskar heimildir. Vit hava ikki nóg góðar møguleikar at gera handilsavtalur við onnur lond og skapa við okkara serligu (ella undarligu) ríkisstøðu altíð órógv hjá teimum londum og pørtum, sum vit royna at samráðast við. Tað er øll politiska skipanin tíbetur blivin samd um, so tað fer kanska at verða arbeitt við tí komandi árini.

Men mín meting er – og eg havi veruliga roynt at lisið uppá – at sjálvt um tað helst ber til at gera nøkur ting, sum eru góð fyri Føroyar í verandi bygnaði av danska ríkinum, so er tað soleiðis uttanríkispolitiska økinum – sum er tað altavgerandi her – at vit eru komin at mørkum.

Harmonikan er løgfrøðisliga strekt allan vegin.

Og tá er neyðugt at gera nakað politiskt, sum fer út um tað, sum løgfrøðin loyvir.

Tá má løgfrøðin tillagast politikkinum, og so broytir ríkið skap.

Tá kann tað so henda, at Merkið eisini kann veittra til Olympisku leikirnar.

Tað er í øllum førum mín vón.

Takk fyri fyri høvið, takk fyri at tit lýddu á og góðan flaggdag.

https://www.tjodveldi.fo/greinar/flaggdagsroda-i-runavik-25-april-2026

Røðan, sum Eirikur í Jákupsstovu helt á flokstingi í Salti á Tvøroyri leygardagin 11. apríl 2026
Skrivað hevur

Eirikur í Jákupstovu

Góðu tjóðveldisfólk

Takk!

Eg vil allar fyrst siga tykkum øllum hjartaliga takk fyri, at tit eru so mikið upptikin av tjóðskaparmálinum, at tit eru her í Salti í dag til floksting hjá Tjóðveldisflokkinum.

Eg vil eisini sera fegin takka fyri arbeiðið, sum tit hvønn dag gera til frama fyri føroysku tjóðina.

Og so vil eg hjartaliga takka fyri møguleikan seinasta árið at vera landsstýrisfólk fyri flokkin í almanna- og mentamálum og síðan í tilfeingis- og vinnumálum.

Eg vóni at hava livað upp til tað álitið, sum flokkurin setti meg til. Eg upplivi í øllum førum sjálvur, at tað hevur borið til at føra nøkur mál hjá flokkinum á mál, og at hava borið nøkur fram á leið.

Skal eg taka fýra mál úr rúgvuni, so eydnaðist fíggjarliga at raðfesta okkara lista- og mentanarlív munandi, at savna ábyrgdina av øllum demensraktum til eitt stað, at skapa góðar fiskiveiðuavtalur fyri 2026, og so var tað komið rættiliga langt at umskipa landbúnaðarstuðulin, so væntanin til stuðul við ársbyrjan eisini kann gerast veruleiki gjøgnum árið.

Hetta seinasta vóni eg inniliga gerst veruleiki, hóast tað sær út til, at vit fáa eina aðra samgongu, tí hetta var eitt mál, sum politisk semja var fingin um.

So vil eisini takka øllum teimum, sum hava tryggjað, at flokkurin hevði eitt gott valstríð hesaferð, har vit vóru einasti samgonguflokkurin, sum ikki misti undirtøku.

Eg haldi vit gott kunnu klappa fyri tí.

Tjóðveldisflokkurin.

Tað heitið brúki eg ofta um flokkin, sjálvt um tað skjótt eru 20 ár síðan, at flokkurin alment skifti navn til Tjóðveldi, og eg av og á verði argaður við, at eg brúki avoldaða heitið.

Men tað er ikki av tilvild, at eg ofta geri tað. Tað var í grundini longu í 2012 ella 2013, at eg ætlaði mær á floksting at siga mína meining um heitið. Ikki endiliga tí, at eg ikki haldi verandi heitið kann brúkast. Men av tí, at eg haldi, at tað liggur ein áminning í tí, tá vit tosa um Tjóðveldisflokkin og ikki bara um Tjóðveldið.

Røðan, sum eg hevði klára tá, men ongantíð helt, hevði arbeiðsheitið: “Lat okkum fáa flokkin aftur í Tjóðveldi”, og snúði seg heilt grundleggjandi um, hvussu týdningarmikið tað er, at vit síggja flokkin, sum ein bólk fyri nógv, har vit lyfta saman, og ikki sum eitt veldi fyri nøkur fá, sum mann síðan sum tjóðveldisfólk kritiserar alment, tí mann ikki hevur havt ella hevur tikið høvið at siga sína hugsan á røttum stað.

Eg haldi, at tíðin hevur víst, at ofta, so síggja vit flokkin sum nakað uttan fyri okkum sjálvi. Nakað, sum vit tosa um sum “tey í Tjóðveldi”, heldur enn at tosa um tað sum “vit í Tjóðveldi.”

Tað er nakað av tí ringasta, sum kann henda fyri ein flokk, og tí var tað veruliga nakað serstakt, tá vit fyri næstan hálvum øðrum ári síðan valdu Sirið til forkvinnu og Hervør sum næstforkvinnu. Tá vóru tað tey ymisku, sum hava bjóðað seg fram at vera flokkurin, sum tóku avgerðina. Aðalstjórn, feløgini kring landið, unga tjóðveldi og so vit, sum hava fingið tann framíhjárætt at umboða flokkin á løgtingi og í landsstýri.

Tað er tað sama, sum vit kunnu her í dag – og gera her í dag. Geva okkara hugsan til kenna og taka felags avgerðir fyri okkum sum flokk. Avgerðir, sum vit síðan standa saman um.

Eg havi eitt boð uppá eitt lítið átak, sum vit kundu gjørt, og tað er at hava munandi fleiri regluligar fundir fyri limir kring landið, har vit tosa um tað, sum vit hava upp hjartað tann dagin. Hetta má so koma afturat teimum størru meira formellufundunum og tiltøkunum, sum vit sjálvandi eisini skulu hava.

Eg bjóði meg fram at skipa fyri einum slíkum lítlum fundi í maimánaði. Og riggar tað formatið ikki, so mugu vit finna uppá okkurt annað. Tí vit mugu veruliga tosa VIÐ hvønn annan í flokkinum, tí annars er skjótt ongin flokkur.

Annars blíva vit bara til fólk, sum fara á val umleið fjórða hvørt ár og gapa eftir tí leskiligasta bitanum júst ta løtuna, heldur enn at hugsa um ein umhugsaðan samanhangandi politikk, sum er góður fyri fjøldina av fólki í Føroyum.

Men vit, sum hava fingið politiskar sessir, mugu eisini altíð minnast til, at vit eru partur av einum flokki. At vit eru har FYRI flokkin.

Og tað er ikki bara eg sum sigi tað, tað sigur valúrslitið eisini.

Eitt valúrslit, sum eg av givnum orsøkum eri farin ígjøgnum við tí fína kambinum.

Hvør tingsessur hjá Tjóðveldi kostaði umleið 1.000 atkvøður. Av teimum 6, sum vórðu vald hesaferð, fekk eg fægstar – í veruleikanum fægstar av øllum, sum vórðu vald á tinghesaferð.

313 atkvøður. Líkasum nummarplátan hjá Dunaldi Dunnu.

Við øðrum orðum, so eru tað 700 atkvøður fyri øðrum enn mær, sum hava skapt tann tingsessin.

Bjørg, sum gjørdi eitt fantastiskt val og veruliga er eitt nýtt stjørnuskot í okkara flokki. Ikki bara av atkvøðum, men ikki minst av góðum evnum, hon er næstan borðin inn av egnum atkvøðum. 971 fekk hon. Men sjálvt ikki hon hevði komið á ting, um hon stillaði upp sum ein flokkur í sær sjálvum.

Av okkum 27, sum stillaðu upp, fingu tey 21, sum ikki vórðu vald á ting, 2.707 atkvøður. Ella góð 44 prosent av samlaðu atkvøðunum hjá flokkinum.

Byrja vit 6 at gloyma, at vit eru til arbeiðis fyri ein flokk, har okkara ávirkan á felagsskapin ikki er meira enn eitt ávíst, so sigur tað seg sjálvt, at tað verður minni spennandi at vera tann stóra fjøldin, sum stuðlar flokkinum. Og so minkar flokkurin aftur.

Nú átti eg so at komið til partin av røðuni, har eg sigi nakað uppbyggjandi. Har eg sigi nakað um uppskriftina uppá, hvussu vit til komandi løgtingsval megna at gerast størsti flokkur, fáa løgkvinnuna og gerast ein statur í heiminum. Hartil eri eg tó ikki komin enn.

Men líka sum, at vit sum oftast definera Føroyar eftir, hvat Føroyar ikki eru (ikki ein statur. Ikki ein landslutur. Ikki í ES. Ikki í EFTA. Ikki í WTO. Ikki í norðurlendska ráðharraráðnum og ikki til Olympisku leikirnar). So havi eg nøkur boð uppá, hvat vit skulu ikki skulu oyðileggja komandi árini.

Vit skulu ansa eftir at halda fram at vera ein breiður flokkur kring landið. Vit eru størsti flokkur í Havn og kunnu sannlíkt vaksa nakað har gjøgnum valskeiðið, men vit mugu samstundis halda fast við, at Tjóðveldisflokkurin eisini arbeiðir fyri veikaru partarnar av landinum.

Vit skulu ansa eftir okkara sosialu skipanum og royna at byggja uppá tær. Serliga fyri tey, sum eru komin allar ringast fyri, men eisini fyri tey, sum eitt tíðarskeið av lívinum eru rakt av onkrum keðiligum.

Vit skulu ansa eftir okkara tjóðarbyggjandi stovnum, so sum SEV, Landsverki, Kringvarpi Føroya, Vørn, Havstovuni, Heilsufrøðisligu Starvsstovuni, Umhvørvisstovuni, Fólkaskúlanum, miðnámsskúlunum kring landið, Fróðskaparsetrinum, teimum trimum sjúkrahúsunum, Almannaverkinum og so framvegis.

Vit skulu ansa eftir okkara lista- og mentanarlívi, sum skjótt kann koma undir trýst, tá konservativu flokkarnir valda í Føroyum.

Vit skulu ansa eftir, at virðini í landinum ikki fara á færri hendur.

Og vit skulu ansa eftir, at málini, sum vit longu hava framt – møguleikan fyri WTO-limaskapi og fullum limaskapi í Norðurlandaráðnum – ikki blíva einastu tingini á tjóðskaparleið, sum vit síggja komandi 3 árini.

Sjálvt um hetta ikki verður einfalt og eisini kann blíva ein trupul tilgongd hjá okkum sjálvum veruliga at finna beinini aftur eftir 3 ár í stjórn við tveimum flokkum, har annar ikki vildi taka ópopulerar avgerðir og hin ikki vildi taka populerar avgerðir, so mugu vit halda kósini fram ímóti einum sjálvstøðugum landi, har ongin stætt hevur størri virði enn nøkur onnur.

Takk fyri

https://www.tjodveldi.fo/greinar/rodan-sum-eirikur-i-jakupsstovu-helt-a-flokstingi-i-salti-a-tvoroyri-leygardagin-11-april-2026

Forkvinnurrøða á flokstingið 2026
Góðu tjóðveldisfólk – øll, sum eru her og øll tit, sum fylgja við stroymingi.

Av hjarta vælkomin á floksting í Suðuroynni í stásiliga SALT-bygninginum. Ein sannur katedralur við áminning til okkum øll um týdningin av okkara ríku ídnaðar- og arbeiðarasøgu frá eini so at siga farnari tíð og eini líka stórari áminning um týdningin, mentanin hevur í lívinum hjá okkum øllum. Samanrenningin av ídnaði og mentan merkist í veggjunum og er sálin í húsinum.

Høvdu hesir veggir kunnað talað, so høvdu teir kunnað greitt frá um eina stórheitstíð í 1930 í Suðuroynni, tá ið fiska- og saltfiskavinnan verulig tók seg upp, og fransmenn tóku stig til at byggja eina saltsilo her á staðnum, tí vinnan var so stór, og tørvurin á salti ovurstórur. Somuleiðis hevði man brúk fyri kranum í oynni at hiva tung amboð, sum eisini kundu brúkast av øðrum, tí oyggin longu tá var sjálvveitandi við orku. Veggirnir høvdu eisini kunnað sagt okkum søguna um teir tveir smádreingirnir, sum runnu hjartkiptir og óttafullir runt og goymdu seg í nærmasta neyst,i tá ið eitt týskt bumbuflogfar undir øðrum veraldarbardaga bumbaði júst hendan bygningin, og takið fór í luftina, meðan teir spældu uttanfyri.

Góðu tjóðveldisfólk

Tá ið vit koma út á várið, og ljósið aftur fær fatur á myrkrinum, og tjøldrini eru komin, so vita vit, at flokstingið nærkast. Floksting og ljósa tíðin skulu eisini savna okkum til eitt nýtt politiskt vár, har vit kunnu súgva okkum orku og megi at standa stinn í stríðnum um frælsu og samhaldsføstu Føroyar. Har vit taka kyndilin frá teimum, sum framman undan okkum brunnu fyri sakini, og byggja víðari á teirra góða arbeiði. Og eins nógv vit gleðast um, at nýggj fólk leggjast til hjá okkum, so sakna og syrgja vit øll okkara, sum eru farin, síðan vit seinast høvdu floksting. Lat okkum reisa okkum til eina stilla løtu í størstu virðing og við takksemi um alt tað góða, vit fingu við hesum fólkum og við ábyrgdini um at bera kyndilin víðari

Takk fyri

Aftan á góð trý ár í samgongu kom valið heldur óvæntað. Ikki tí, avbjóðingar vóru tað vistu vit, men vit vistu ikki, at valið bleiv útskrivað júst tá. Av tí at vit høvdu havt tveir góðar arbeiðsdagar saman við øllum økisfeløgunum, so høvdu vit eitt gott grundarlag at byggja valstríðið á. Arbeiðsdagarnar høvdu sagt okkum, hvat vit skuldu leggja dent á í einum valstríði, og hvat var týdningarmikið fyri okkum sum flokkur at hava við. Vit fingu skjótt savnað eitt sera gott valtoymi við Heidi, Jóhannesi, Niels Una/Nudlavirkinum, Eiler og Áka, og tey knýttu eisini Trónd aftur at sær. Hetta valtoymið hevur gjørt eitt ómetaliga gott og stórt arbeiði, og tey arbeiddu eisini dag og nátt. Tey eiga stórt rós frá okkum. Klappið fyri teimum 😊

Feløgini vóru eisini skjót við uppstillingini, og vit høvdu ein sera sera sterkan og góðan lista.

Fyri teg og meg og Føroyar! Hetta frálíka raplagið hevur rungað í høvdinum á mær seinastu mongu vikurnar. Upplyft og orkufull fóru vit í valstríð. Gott politiskt hugsjónarprát og áræði fyltu vikurnar. Hjartans tøkk fyri tað øll tit mongu, sum stillaðu upp, og øll tit nógvu, sum á so ymiskan hátt gjørdu tykkara til at hjálpa flokkinum. Hjartaliga til lukku tit, sum blivu vald. Vit harmast tykkum, sum ikki rukku afturvali, Dennis, Annika, Erling og Jóhan og vilja so fegin, at tit altíð kenna tykkum heima hjá okkum. Okkum tørvar tykkum og tað sama við tykkum, sum ikki blivu vald. Tit eru akkurát líka stórur partur av okkum, tí vit eru ein flokkur og ikki ein samling av einstaklingum. Tað eru atkvøðurnar hjá okkum øllum í felag, sum skapa tingbólkin. Tí umboða vit ikki okkum sjálv, men tjóðveldishugsjónina og allar okkara limir. Missa vit hetta missa við savningarmegina í flokkinum.

Ein hjartans tøkk skal eisini ljóða til Bjørt Samuelsen fyri hennara stóra, dygdargóða arbeiði í flokkinum seinastu mongu árini, har hon hevur røkt so at siga allar sessir, sum nevndarlimur, sum aðalstjórnarlimur, sum nevndarforkvinna, sum landsstýriskvinna og nú at enda sum ein góð og virðilig løgtingsforkvinna.

Góðu tjóðveldisfólk

Samlaða valstríðið fara vit at eftirmeta fyri seg, men tað er ongin ivi um, at okkara samanlagda úrslit var gott. Samgongan misti 4 tingfólk, men vit í E mistu ongan og hildu stand við 6 tingfólkum. Úr úrslitinum kunnu vit tó lesa ymiskt. At vit missa í nógvum økjum og smáplássum kring landið – eisini nógv her í Suðuroynni. So vit hava enn eina stóra avbjóðing at fáa alt landið við, hóast tað er júst tað, vit hava roynt í okkara strategi sum leiðsla við t.d. at seta landsstýrisfólk úr teimum økjum, vit hava staðið veik í. Úrslitið vísir tó eisini, at tað ber til at broyta.

Tað besta við úrslitinum er, at vit síggja út at hava vunnið ungdómini. Góða úrslitið hjá Bjørg og eisini hjá Jóhannesi vísa hetta, og vit sóu og merktu tað eisini til ymisku tiltøkini. Hetta mugu vit fáa breitt út í øll øki. Tjóðveldi má vera staðið hjá øllum ungdómi í øllum landinum. Unga Tjóðveldi dugir nakað serligt. Tey fingu Bjørg valda, tey fingu eitt framúr úrslit til Jóhannes til fólkatingsvalið. Tey hava fyrr fingið Hervør valda og Elsu Berg. Og nógv av teimum, sum hava sínar røtur í UT eru í bæði spennandi og týðandi størvum og postum í dag. So at styrkja UT er at styrkja Tjóðveldi, Føroyar og framtíðina. Í Tjóðveldi satsa vit upp á ungdómin.

Góðu tjóðveldisfólk

Í farna valskeiði blivu nógv góð mál framd. Blokkurin minkaði, skattalætti er framdur til miðal og lægri lønirnar, fimm nýggj sambýli eru latin upp, mentanarøkið er raðfest sum ongantíð, Listasavnið verður um- og útbygt, Tjóðsavnið fær nýggja goymslu. Kvinnur hava fingið kropsligt sjálvræði. Brekumboð er sett á stovn. Lønarlyft er givið til heilsurøktarar, heilsuhjálparar og námsfrøðiliga økinum. Heilbrigdi er farið í nýggj høli, barsilskipanin er betrað, yvirtøkur eru framdar, MVG er tikið av eplum, grønmeti og blæum, barnafrádrátturin er hækkaður og nýggjar tænastur eru til fólk í heimloysi. Vit hækkaðu lestrarstuðulin. Hjálparpakkar latnirFróðskaparsetur verður bygt. Rásin, Miðnám á Kambsdali og Tekniski skúli í Klaksvík eru og verða dagførdir, íløgur eru gjørdar í føroyska málið bæði til barnatilfar, talgilding og orðabøkur. Tónleikur er raðfestur. Kommunur kunnu gera almannagagnligar bústaðir. Betri hjálp og stuðul til familjur, har børnini annaðhvørt hava sjúku ella brek. Batar eru framdir til smærri vinnurekandi, og avtalur við onnur lond, sum eru fortreytir fyri útflutningi, eru fingnar í hús. Heilsuverkið er styrkt. Projekteringin av Suðuroyartunlinum er samtykt, so fólk í Suðuroynni nú kunnu síggja eina vón fyri framman. Kanska um eina nýggja stórheitstíð sum fyri 100 árum síðani ella bara nakað so sjálvsagt sum at blíva javnbjóðis partur av landinum. Tjóðarsemja er funnin á ríkisrættarliga spurninginum o.s.fr. Men mest hoyra vit um ónøgd. Spurningurin er hví? Høgrarák? Heimsstøðan? Høga inflatiónin, sum hevur verið? Ella røkka ikki veljaranum? Senda vit ov nógv og ymisk mótstríðandi signal? Tónin er harður og polariseringin er stór. Okkara spurningur má vera, hvussu møta vit so hesum, so fólk síggja okkum sum eitt alternativ.

Góðu tit øll

Fyrradagin fingu vit innlit í samgonguskjalið hjá nýggju ABC samgonguni, og mánadagin fáa vit nýtt landsstýri. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku og biðja til, at teirra starv verður til signingar fyri fólk og land. Vit fara at vera konstruktiv í andstøðu, og sjálvsagt eisini á varhaldi vegna fólkið í Føroyum, soleiðis at vit tryggja, at tað, vit øll eiga í felag, ikki verður latið teimum fáu, og at hvørki okkara land ella okkara fólk missa rættindi. Søgan um Føroyar er søgan um felagsskap og alt, vit hava bygt í felag: skúlar, sjúkahúsini, vegir, tunlar, orku, symfoniorkestur, ítrótt, landslið, bókmentir, sosialar skipanir o.s.fr. Nú má nýggja samgongan fáa høvi at royna seg, so vit fáa at síggja, hvussu tey roynast. Tó eru fyrstu útmeldingarnar um javnstøðu, SEV- og orkuøkið, ófíggjað átøk og um tjóðarsemjuna ikki sørt - ella sera - ørkymlandi.

Framtíðin kemur av sær sjálvari, men ikki framgongdin.

Vit fóru til val upp á tríggjar høvuðsboðskapir. At tryggja, at tjóðarsemjan verður gjøgnumførd, at gera átøk, so fólk síggja eina góða framtíð fyri sær í Føroyum og so tryggja eina haldføra integratión í breiðastu merking. Og vit fara at arbeiða við framtíðini. Við at fáa hugsjónirnar gjørdar til veruleika. Við at skapa góð lívskor fyri okkara fólk, við at skapa frælsa landið, sum vit droyma um, tí vit vita, at tað er tað, sum tænir okkum øllum best. Ófrælsi hevur ongantíð bygt nakað land

Tað vóru fimm av seks flokkum, sum tóku undir við tjóðarsemjuni. Nú eru tað seks av sjey, síðan Sjálvstýrið kom afturíaftur. Í stuttum snýr tjóðarsemjan seg um, at flokkarnir komnir til eina felags niðurstøðu um, at Føroyar og Danmark skulu skipast sum javnsett lond. Fyri at gera hetta krevst, at Føroyar verða skipaðar sum ein statur ella sum eitt sjálvstøðugt land, sum vit eisini siga.

Somuleiðis inniber tjóðarsemjan, at Føroyar fáa fult ræði á uttanríkispolitikkinum og fáa teir altjóða limaskapir, okkum tørvar. Hetta eru grundsúlurnar í tjóðarsemjuni, sum Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin standa aftanfyri og nú eisini Sjálvstýri.

Heimurin er samansettur av sjálvstøðugum londum - statum. Tað eru statir, sum hava ein sess við borðið har avgerðirnar verða tiknar. Fáa vit ikki ein sess við borðið, fara avgerðir framhaldandi at verða tiknar uttan um okkum á fleiri økjum. Ongan sess - onga køku!

Eg havi so mangan í politiska lívinum upplivað kensluna av at vera sett uttanfyri og kensluna av, at vit skulu umboðast antin gjøgnum onnur ella hava fólk við okkum á fundir. Sum ein ómyndug. Soleiðis ráða vit ikki í egnum landi, lívi og egnum viðurskiftum. Hetta gerst serliga sjónligt í støðum, har okkara Merkið ikki sleppur at veittra frítt millum heimsins fløgg.

Tað snýr seg um, hvør hevur avgerðarrættin yvir Føroyum, og hvør hevur avgerandi orðið okkara vegna. Sjálvsagt vilja vit, at føroyingar ráða í og yvir Føroyum. Hetta er okkara land, og vit røkja best okkara áhugamál sjálv. Tað er mær óskiljandi, at fólk góðtaka tað.

Hesi ríkisrættarligu bond eru A, C, D, E, F og H samd um at loysa. Tann søguliga løtan er nú. Og nú hava flokkarnir høvi at vísa, at teir standa við tjóðarsemjuna, heldur enn at lata sambands- og afturhaldskreftirnar steðga søguligu tjóðarsemjuni, sum fyrradagurin gav okkum ábendingar um. Tað boðar ikki frá góðum, at tað er formaður sambandsfloksins, sum útleggur tekstin um ríkisrættarligu støðuna vegna nýggju samgonguna. Okkara stúran er sjálvsagt, um A og C loypa frá og koma við onkrum forkølaðum uppskoti ala «nýtt samband», sum bara fer at tátta ríkisrættarligu bondini enn meira. Eg vóni inniliga, eg taki feil, og at tjóðarsemjan verður hildin. Nú fáa vit at síggja, um A veruliga er ein tjóðskaparsinnaður flokkur, og um C stendur við semjuna, sum Aksel Johannesen sjálvur hevur staðið á odda fyri. Vit fara so at gera okkara til at fáa semjuna til veruleika. Hetta er uttan samanbering álvarsamasta løta í áratíggju.

Góðu tjóðveldisfólk

Tað leikar í í heiminum. Stórveldini herska og vilja deila. Ræða og spjaða. Kríggj og ófriður valdar. Høgrarák og totaliterir tilstandir eru í fleiri londum. Heimsins leiðarar sýnast ørir í høvdinum. Hóttanir og orðalag er út um øll mørk. Eisini handlingar.

Søgan um teir tveir smádreingirnir, sum spældu við SALT-siloina tá ið hon bleiv bumbað undir krígnum, er kend her suðuri, og enn so nógv ár seinni tosar man um, hvussu bangnir teir hava verið, og hvussu ræðuligt tað var. Teir sluppu við skelkinum. Hesa støðuna uppliva túsundatals børn hvønn dag, eisini nú meðan vit sita her. Tey sleppa ikki øll við skelkinum.

Tað eru ikki lýggir vindar í blása uttan úr heimi, og lotið kemur eisini hendavegin, hóast við lægri vindmegi.

Alt, sum hevur við rættindi hjá minnilutum, javnstøðu, trúðarfrælsi og fólkaræðisligum virðum at gera, er fyri hóttafalli. Man er antiklima, antivísindi, antikonventiónum, anti tað almenna o.s.fr. Spurningurin er um t.d. menniskjarættindakonventiónin hevði verið samtykt í dag? Vit mugu ikki fella í ta grøvina, men áhaldandi vera ein rødd, ið talar fyri tí øvuta.

Tá ið øll renna yvir í eitt borð, er bara ein spurningum um tíð, til báturin hvølvist. Vit mugu so ella so vera barlastin hjá tí, sum vit vita, er tað rætta og góða. At halda fólkaræðisligu virðini høgt, at virka fyri felagsskapin og eitt samfelag fyri øll fólk, at grunda okkara samfelag og sambond á avtalur, sáttmálar og lógir. At savna og sameina heldur enn at spjaða. Okkara politikkur er grundaður á virðir. Føroyar er ikki ein fyritøka, men eitt samfelag av menniskjum, sum saman skapa virðini í samfelagnum, og sum eru eitt virði í sjálvum sær.

Góðu tit øll

Fyri at fólk skulu síggja eina meining í at velja Tjóðveldi, mugu tey síggja, at vit arbeiða fyri tey. Fólk mugu kenna seg hoyrd, sædd og vird. Tey mugu merkja, at teirra lívskor hava okkara áhuga. At vit standa saman um at skapa teimum batar. Um tað er gjøgnum at fáa eina tunnell, eina góða barsislskipan, eitt sambýli, hjálp til sjúka barnið, ella hvat tað so er. Hoyra vit ikki fólkið, so missa vit undirtøku. Missa vit undirtøku, so missa vit málið - bæði tað fysiska og hugsjónarliga. Hetta er uttan iva ein partur av afturgongdini í útjaðaranum. Nøkur hava ikki tað álit á okkum, at tey seta krossin við okkum. Onkur hevur sagt við meg, at tað er tí vit hava mótstríðandi útmeldingar um tað, sum hevur týdning í teirra lívi og tí ikki skapa vón, og tey ikki kenna, vit arbeiða fyri tey. Kanska øvugt. Hetta kunnu vit ikki liva við, um tað snýr seg um mál, sum flokkurin annars standa fyri. Vit hava tvey oyru og ein munn, segði lærarin við okkum á sinni, Tað er fyri, at vit skulu lurta dupult so nógv, sum vit tosa.

Tað hevur so sera stóran týdning, at vit hittast og tosa saman. Tað er, tá ið vit í flokkinum seta okkum saman og viðgera politikk, at vit í felag skapa góðar loysnir. Tað skulu vit gera meira av. Tað er neyðugt, tí tað er í dialoginum, at rúmið til semju finst.

Vit uppliva ymiskt. Á fundi fyrr í vikuni setti ein ung kvinna orð á, hvat tjóðveldi eisini var fyri hana. Tað var ein frístaður frá stranga, konservativa umhvørvinum. Eitt stað, har hon fekk luft og kundi vera hon sjálv við sínum virðum. Eitt andarhol. Soleiðis hanga frælsini saman. Vit í tjóðveldi hava altíð víst á, at tjóðarfrælsi og persónliga frælsi hanga saman, og hvussu vit arbeiða við frælsishugtakinum í breiðastu merking, eisini tá ið tað t.d. snýr seg um vinnufrælsi og kvinnufrælsi.

Tá ið vit í valskránni tosaðu um, at framtíðin er í Føroyum, var tað eisini meint, sum at okkum tørvar, at okkara ungdómur støðast í Føroyum. Vit hava ikki ráð at missa so stóran part av ungdóminum. Og vit hava ikki ráð at mangla 2400 kvinnur í Føroyum. Eitt er so púra víst. Ein partur av hesi loysn hevur nakað við hugburð at gera. Jú, gaman í snýr tað seg um bústaðir, útbúgvingarmøguleikar, lestrarbústaðir og annað, sum vit kunnu koma á mál við. Har tykjast flokkarnir samdir um at gera strategiskar íløgur í útbúgving, bústaðarmøguleikar og ungdóm. Men hvussu koma vit á mál við at skapa rúmsátta samfelagið, sum rúmar øllum, og sum ung og kvinnur trívast í? Tað síggi eg sum eina líka stóra avbjóðing. Fara ungar kvinnur t.d. at spegla sær í, at løgmansflokkurin onga kvinnu setur í landsstýrið. Er tað tað samfelagið, sum fær tær heimaftur ella at vilja vera her? Tað er neyðugt, at javnstøða og javnrættindi ganga hond í hond við útbygging av samfelagnum annars og at frí og fræls mentan eisini fær góð gróðrarlíkindi, so alt ikki verður so stokkkonservativt!

Góðu tit øll

Mennskja hevur allar dagar viðgjørt hugtakið um meiningina við lívinum. Sjálv eri eg so hugtikin av tí, sum Victor Frankl hevur skrivað um hetta. Um hvussu hann sum fangi í týningarlegu undir øðrum veraldarbardaga ikki misti vónina, men framhaldandi sá eina meining í lívinum, eisini tá ið tað sá daprast út - og at hetta var eitt eyðkenni hjá teimum, sum yvirlivdu ræðuleikarnar. Hann viðgerð eisini, hvussu vit velja at reagera upp á tað, sum hendir okkum, er okkara egna val. Tað er sambært honum ikki umstøðurnar rundan um okkum, sum gera lívið óberiligt, men tað er, tá ið meiningsloysið fær fastatøkur í lívinum, og vónloysi tekur yvir, at vit missa okkum sjálv. Vit kunnu ikki á nakran hátt samanbera okkara støðu við lívið hjá einum, sum hevur verið í konsentratiónslegu, men vit kunnu brúka hugtøkini um meining og vón bæði yvir fyri okkum sjálvum og í okkara politiksa virki, líkamikið um vit eru tingfólk, nevndarlimir ella bara vanlig menniskju, sum vit jú fyrst og fremst øll eru. Vit kunnu taka við okkum hansara orð um, at tann, sum skal geva og vera øðrum eitt ljós, má tola at brenna sjálvur. Tað snýr seg um at fáa onnur at loga og at kveikja. At vera tann, sum festir í onnur. Tað hava vit brúk fyri, tí komandi tíðina verður høvuðsuppgáva okkara at vera tey, sum seta kósina tjóðskaparliga, mentanarliga, sosialt, fyri økini í landinum, fyri haldføri, fyri fólkaræðisligu virðini, fyri Føroya støðu altjóða, á javnstøðuøkinum, fyri ungdómin fyri integratión. Ja, fyri teg, meg og Føroyar

Okkara logi má vísa veg. Og vit mugu ikki blása so hart á hann, at hann sloknar, men til pass so vit halda kyndilin logandi. Og fremsta uppgávan er at brúka sín loga at kynda eld í hjá hvør øðrum. At skapa felags vón og kós fyri samfelagið.

At enda. Hetta flokstingið bleiv ikki byrjanin til eitt valstríð soleiðis, sum vit høvdu ætlað. Men tað verður tað so allíkavæl. Vit fara ikki at sita og bíða til samgonguskeiðið endar, men brúka hvørja løtu og hvønn dag at fyrireika okkum at koma aftur til valdið. Vit ætla okkum at vinna komandi val - og her er ongin dagur at spilla.

Gott floksting og takk fyri orðið.

Sirið Stenberg 11.04.2026

https://www.tjodveldi.fo/greinar/forkvinnurroda-a-flokstingid-2026

Vitan lykilin til framtíðina
Skrivað hevur

Dennis Holm

Vitan er lykilin til framtíðina, lykilin til at fara frámøguleikum til ítøkilig úrslit.

Og í Føroyum hava vit óendaliga stórar møguleikar, men taðkrevur eitt tilvitað val um miðvísar íløgur í hægri útbúgving, gransking,menning og nýskapan.

Eitt nútímans universitets-kampus, har lesandi, granskararog nýskapanar-umhvørvi kann savnast, er ein grundleggjandi partur av hesiíløgu.

Hin parturin - hægri játtan til gransking, menning ognýskapan - má eisini fylgja við.

Tí eiga vit at økja játtanina við 30 mió. kr., soleiðis atjáttanin verður 39 mió. kr. í 2027. Hetta kann fíggjast í einari samanrenningmillum landskassan, uppsjóvarvinnuna og alivinnuna, sum koma við 10 mió. kr.hvør - ein játtan, sum er ein íløga í okkum øll, í Føroyar.

Eitt sterkt vitanarumhvørvi, í tøttum samstarvi viðvinnulívið, er lykilin til at bróta upp úr nýggjum og menna nýtt. Tað hava vitsæð í Íslandi og í Norra, har gransking innan fiski- og alivinnuna hevur førtvið sær stóran virðisvøkstur við beinleiðis ávirkan á inntøkur landsins.

Í 2025 komu 600.000 tons av fiski uppá land í Føroyum, taðer 600 mió. kg. av fiski. Um vit høvdu virðisøkt við 50 oyrum, so hevðimeirinntøkan verið 300 mió. kr. Og sjálvandi ber tað til.

Í Íslandi valdu tey í ringastu krepputíð í 2008 at satsauppá gransking, menning og nýskapan. Úrslitini eru sjónligt við sterkumvitanarstovnum við hægri útbúgving, gransking og nýskapan, sum eisini havaskapt ein stóran vinnuligan virðisvøkstur í Íslandi.

Besta dømi er helst fyritøkan Kerecis, sum ger kunstiga húðúr fiskaskræðu. Fyritøkan, sum byrjaði í 2009, var í 2023 seld fyri umleið 9milliardir kr. Sølan gav Íslendska statinum eina skattainntøku á umleið 2milliardir kr.

Í Føroyum er eitt sterkt vitanar- og granskingarumhvørviðeisini ein týðandi íløga í framtíðina.

Við at styrkja hægri útbúgving, gransking og nýskapan kunnuvit eisini halda fast í størri parti av ungdómi okkara, og harumframt eisiniskapa nýggj fleiri arbeiðspláss, fleiri vitanartung størv - eisini í føroyskavinnulívinum.

Tí vitan er lykilin til framtíðina, lykilin til at fara frámøguleikum til ítøkilig úrslit.

Dennis Holm
Tjóðveldi

Betri marknaðaratgongd = Sjálvstøðugt land
Skrivað hevur

Hendrik Egholm

Skal vinnan fáa betri marknaðaratgongd krevst, at vit sleppa at samráðast, sum sjálvstøðugt land. Vinnan kappast í dag á ójøvnum føti, tí vit ikki hava neyðugu fríhandilsavtalurnar, og sleppa ikki framat samráðingarborðinum.

Í áratíggju hava vit hoyrt, at danir skulu hjálpa okkum at fáa betur marknaðaratgongd, men einki er hent, og tað sigur seg sjálvt, vit eru í beinleiðis kapping. Hvussu stór kappingin er sást best undir makrelósemjuni, tá danskar havnir vórðu stongdar fyri føroyskum skipum.

Tí er umráðandi, at arbeiðið við tjóðarsemjuni heldur áfram, so vit verða ein sjálvstøðugur statur. Garanturin fyri hesum er Tjóðveldi.

Tá vit verða ein sjálvstøðugur statur, so kunnu vit gerast limir í IOC, og harvið luttaka í olympiaduni.

Áður hava ítróttarfólk luttikið sum danir, men tað kunnu lið ikki, so um hondbóltslandsliðini skulu luttaka, so má tað verða sum føroyingar. Vit mugu tryggja at okkara ítróttarfólk kunnu luttaka undir Merkinum.

Hendrik Egholm

Valevni fyri Tjóðveldi

https://www.tjodveldi.fo/greinar/betri-marknadaratgongd-sjalvstodugt-land

Í dag velja vit framtíðar Føroyar
Skrivað hevur

Liljan Weihe

Eg vóni, at vit velja einar rættvísar, samhaldsfastar og sjálvstøðugar Føroyar.

Vælferð, javnstøða og javnrættindi eru fortreytir fyri, at vit trívast og mennast sum tjóð.
Børn, ung, eldri – og okkara veikastu – skulu fáa ta trygd og umsorgan, tey hava uppiborið.

Um tit ynskja eitt umboð á Ting, sum hevur dirvið at berjast fyri tí, sum er rætt, setið so krossin við meg – og Tjóðveldi.

Minst til: Liljan hevur viljan!

Liljan Weihe

Løgtingskvinna og valevni, Tjóðveldi

Men hvar er tann nevin, sum slær í borðið móti órættislag?
Skrivað hevur

Hergeir Teitsson

Búskapurin buldrar avstað og vit hava búskaparvøkstur hvørt ár. Tað hoyra vit dag og dagliga – vøksturin í BTÚ var 5,8% sambært nýggjasta metingin fyri 2025 frá Búskaparráðnum. Ríkisveitingin er til samanberingar einans 2%. Men hetta kemur als ikki øllum til góðar. Vit hava ikki karmarnar til at steðga bløðingini av ungum sum flyta av landinum, og prísirnir á bústaðarmarknaðin eru ov høgir til vanlig fólk at sleppa framat.

Samstundis síggja vit fleiri stórar fyritøkur í Føroyum, sum seinastu tíðina hava lagt fram roknskap fyri undanfarna ár við risayvirskotum. Og aðrar selja fiskiskip fyri absurdar upphæddir, tí at tær hava fingið ókeypis fiskiloyvi at virka tilfeingið í sjónum frá landinum. Tilfeingið, sum við lóg er ogn Føroya fólks!

Hetta er ikki eitt skot eftir teimum fólkum og fyritøkum, sum eru múgvandi og hava stór yvirskot. Tey virka bara til sín fyrimun í teimum skipanum, sum landið hevur samtykt at veita teimum. Nei, hetta er ein atfinning móti einari politiskari skipan, sum ikki megnar at gera broytingar í teimum skeiklaðu skipanunum, áðrenn tær elva til kreppu fyri ungu og vanligu føroyingarnar.

Teir flestu flokkarnir tosa um, at loysnin upp á hetta er at byggja fleiri búeindir. Hetta verður ikki gjørt upp á eitt ár ella tvey. Tey siga, at vit skulu geva ungum fólkum og familjum fígging frá síni egnu pensjónsuppsparing ella avtaka MVG av bústaðarbygging. Men hetta eru ikki nakrar loysnir, sum fara at geva vanligum fólkum ein rættvísan prís fyri tann bústaðin, teimum tørvar.

Tað broytir ikki tað, sum er galið. Vit hava eina vanlukkuliga skeiklan í býtinum av ríkidøminum í Føroyum. Tilfeingið í landinum er í praksis privatiserað og kemur bara nøkrum fáum fólkum til góðar! Onkur borgarligur flokkur ætlar enntá, at vit skulu privatisera landsjørðina eisini. Tá er struktururin fyri fámannaveldi fullkomin!

Og so hava vit bústaðarmarknaðin, sum má umskipast, so at vanlig arbeiðandi fólk kunnu sleppa framat! Í løtuni kappast miðal- og láglønt við múgvandi vinnulívsfólk og fyritøkur, sum hava fríar teymar til at keypa tær fastognir sum verða bodnar út. Og hetta verður sama støðan, hóast ungar barnafamiljur sleppa at brúka sína pensjónsuppsparing til at gjalda bústaðin.

“Business as usual” er ikki vegurin fram, og tað eru hissini lappaloysnir heldur ikki. Vit mugu hava veruligar broytingar í skipanum fyri at koma hesum trupulleikanum til lívs. Eg trúgvi einki uppá, at hesar broytingar fara at koma frá politikkarunum, sum hava latið okkum koma í hesa støðuna. Tí er mín áheitan, at Føroya fólk velur ung fólk við vilja og áræði, sum sláa nevan i borðið, og tora at broyta hesar skeiklaðu skipanirnar – so vanligir føroyingar fáa lut í landsins ríkidømi!

Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg verði valdur í Føroya løgting. Fyri teg, meg og Føroyar!

Set X við Hergeir Teitsson á lista E!

https://www.tjodveldi.fo/greinar/men-hvar-er-tann-nevin-sum-slaer-i-bordid-moti-oraettislag

Privilegiiblindnið køvir tey veikastu
Skrivað hevur

Bjørg Brynhildardóttir Egholm

“First World Problems”!

Hetta var niðurstøðan hjá teimum trimum eldri monnunum, sum nú í kvøld tóku saman um valstríðið í útvarpssendingini “Valkøn”.

Teir hildu, at eingi stórmál sum so hava verið uppi, at øll hava hildið Føroyar vera eitt gott land, og verturin spyr tí:

“First World Problems?”

Og tað vóru báðir valkønu menninir samdir við vertinum í.

At ung flýggja av landinum er IKKI eitt forkelað problem!

Tað er eitt risastórt samfelagsligt og búskaparligt problem, sum krevur eygablikkilig átøk!

At tey múgvandi kroysta vanlig fólk út av bústaðarmarknaðinum er IKKI eitt forkelað problem!

Tað er ein akuttur trupulleiki, sum skal loysast!

At 1027 børn liva í oyðileggjandi fátækavága, at húsvillir fyritíðarpensionistar verða ávístir til Herbergið av Almannaverkinum, og at vit hava vakrar almannalógir uttan fígging til tey treingjandi, er IKKI eitt forkelað first-world-problem.

Hetta eru stórmál, sum eiga at loysast fyrst. Men eyðsæð er, at privilegiiblindnið enn sum áður er ein forðing, men hon skal ruddast burtur, so vit kunnu loysa veruligu trupulleikarnar hjá okkara kroystu meðborgarum.

Bjørg Brynhildardóttir Egholm

Tjóðveldi

Eitt avlýst pallborðskjak - kvøða til Javna
Skrivað hevur

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard

Vegna ov lítla undirtøku, eru bæði pallborðskjakini avlýst. Eitt skuldi vera í Runavík og eitt í Havn, men bert tríggir flokkar bjóðaðu seg til kjakið.

Eg skuldi luttaka í Runavík. Vit sum skuldu kjakast, kundu ístaðin senda eina video-kvøðu og eg takki Javna fyri høvi. Tað er óvanligt, at kjak verður avlýst vegna ov lítla undirtøku. Hvønn boðskap senda vit samfelagnum, tá bert tríggir flokkar av sjey takka ja til at luttaka í kjaki, sum ein hornasteinur í okkara samfelagið skipar fyri?

Frá Rødbygård til Runavík

Eg búgvi í einum øki, har vit leggja stóran dent á, at allir borgarar eru partir av felagsskapinum og tað er ein tilvitaður partur av okkara samleika. Her eru nógvir bústovnar og borgarnir, sum búgva har fara í skúla, til arbeiðis, til venjing og mentanartilboð akkurát sum øll onnur.

Onkrir av hesum borgarum tosa danskt, tí tey sum børn vóru flutt til Rødbygård. Ein var tíðin, tá mann helt, at tað var rætta loysnin, men familjurnar at hesum borgarum vóru ikki samd og arbeiddu saman fyri at fáa føroysku borgarnar heimaftur. Omma mín var ein teirra, sum arbeiddi fyri at fáa systur sína heimaftur.

Kvøðan er stutt, men arbeiðslistin er langur

Tað er mangt broytt síðani Lykkenborg, sjáldan hava tárini runnið so frítt, sum til tann leikin.

Tað er framvegis nógv at arbeiða við hjá Javna, og tvey mál úr rúgvuni, sum eg vil taka fram eru hesi:

Fanga í forsorgini

Gamla forsorgarlóggávan skínur tíverri framvegis ígjøgnum nógva staðni í okkara hugburði til tey menniskjuni, sum mest hava tørv á samfelagnum. Eitt dømi er “Endurgjald fyri inntøkumiss”, sum er veiting til foreldur, sum ikki kunnu arbeiða fulla tíð, tí tey mugu vera um barn sítt. Støðan sum mamman er í, tá barnið við menningartarni kemur í verðina, avgerð hvørja inntøku mamman fær næstu 18 árini. Um mamman var undir útbúgving ella hevði lága inntøku, so skal hon næstu 18 árini hava lága inntøku.

(Oftast er tað mamman, sum fer á niðursetta tíð og søkir um endurgjald fyri inntøkumiss. Tað kann sjálvandi eisini vera pápin).

Sjúkrarøkt í Almannaverkinum

Eg arbeiði dagliga við talgildu heilsuskipanini, sum er felags journal og heilivágsyvirlit millum Sjúkrahús, kommunulæknar og kommunalu heilsutænasturnar ( vanliga nevnt eldraøkið).

Almannaverkið er um borgarar við kompliseraðum sjúkum, m.a. heilivágsviðgerð og viðgerð av sálarsjúku. Eg meti, tað er avgerandi, at Almannaverk, Sjúkrahús og kommunulæknar arbeiða um borgaran talgilt, fyri at lúka krøvini frá landslæknanum. Tað ber ikki til at lúka krøvini, so sum geirarnir eru uppdeildir í dag.

Hetta vóru bert tvey mál, nógv annað er afturat fyri at røkka stevnumiðnum hjá Javni.

Takk Javni, fyri tað, sum tit eru fyri Føroyar

Eg vil arbeiða fyri virðiligari vælferð

Set X við Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, listi E, Tjóðveldi

https://www.tjodveldi.fo/greinar/eitt-avlyst-pallbordskjak---kvoda-til-javni